Ger títt egna tilfar — ella savna myndatekn, spøl og prenttilfar í einum haldi.
Allir prísir eru í DKK og við mvg. Eitt persónligt hald er til ein brúkara — til heimið og arbeiðið við egnum næmingum og barnabólkum.
Ger títt egna tilfar
Myndagluggin
Ger egin spøl, lesitilfar, myndakort, talvur og dagskema við myndum og orðum.
49 kr.um mánaðin
49 kr. fyri hvønn mánað.
Alt myndasavnið í Myndaglugganum
Ger egin spøl, lesitilfar og annað prenttilfar
Frymlar og útfylt dømi
Legg egnar myndir inn
Ger, goym og prenta títt egna tilfar
Gjaldstilfarið í Voxiaglugganum er við í Samlaða Glugganum.
Alt savnað í einum
Samlaði Gluggin
Til tín, sum eisini vilt spæla á føroyskum og prenta liðugt Voxia-tilfar.
79 kr.um mánaðin
79 kr. fyri hvønn mánað.
Alt í Myndaglugganum
Talgildu spølini í Spæliglugganum
Alt PDF-tilfarið í Voxiaglugganum, eisini gjaldstilfarið frá nethandlinum
Tilfarið savnað eftir evni, klárt at prenta
Tú skalt ikki keypa PDF-tilfarið umaftur, meðan samlaða haldið er virkið.
Gott at vita
Er ókeypis tilfar framvegis ókeypis?
Ja. Ókeypis PDF-tilfar og greinar frá Voxia eru framvegis ókeypis.
Kann eg brúka haldið í mínum starvi?
Ja. Eitt persónligt hald kann brúkast heima og í tíni egnu undirvísing ella tínum egna arbeiði við børnum. Tú kanst gera og prenta tilfar til egnar næmingar og barnabólkar og lata teimum arbeiðsørk og venjingar, eisini til heimavenjing. Hetta fevnir um tilfarið í tínum valda haldi.
Kann eg deila tilfarið við onnur?
Tú kanst lata egnum næmingum og barnabólkum prentað tilfar og senda útvald arbeiðsørk og venjingar beinleiðis til teirra ella foreldur teirra. Innritingin er persónlig. Tú mást ikki deila kontuna ella PDF-savnið við starvsfelagar, leggja Voxia-tilfar alment út ella selja tað víðari.
Nær er stovnshald viðkomandi?
Tá skúlin ella dagstovnurin vil veita fleiri starvsfólkum atgongd undir einum felags haldi, við hvør sínari innritan. Einstøk starvsfólk kunnu hava hvørt sítt persónliga hald. Spyr um stovnshald.
Hvussu verður við 14 daga royndartíðini?
Nýggju persónligu haldini verða fyrireikað við 14 døgum ókeypis og kortskráseting við byrjan. Áðrenn tilmelding sært tú neyva fyrsta gjaldsdagin og upphæddina. Um tú ikki sigur upp áðrenn fyrsta gjaldið, byrjar sjálvvirkandi gjald. Verandi brúkarar verða ikki sjálvvirkandi fluttir í goldið hald.
Hvussu verður við uppsøgn?
Uppsøgn steðgar næstu endurnýggjan. Tú hevur framvegis atgongd restina av goldna mánaðinum ella árinum. Vanlig uppsøgn gevur ikki sjálvvirkandi afturgjald fyri óbrúktar mánaðir; lógarásett rættindi verða varðveitt. Les uppkastið til haldstreytirnar.
Hvat verður við PDF-fílunum eftir haldslok?
PDF-fílur, sum tú hevur goymt við goldnum Samlaðum Glugga, kunnu framvegis brúkast heima og í tíni egnu undirvísing ella tínum egna arbeiði við børnum. Sama persónliga brúksloyvi og somu avmarkingar galda framvegis. Í tríggjar mánaðir eftir endan á goldna haldinum kanst tú taka áður niðurheintaðar fílur niður aftur í Glugganum. Hetta gevur ikki atgongd til nýtt tilfar ella nýggjar útgávur. PDF-atgongdin verður gjørd klár saman við gjaldsskipanini.