Ein góður morgun
Vit taka eitt stig í senn.
- 1
Samling - 2
Lesa - 3
Spæla - 4
Eta
GlugginFRÁ VOXIA
Føroyskt tilfar til gerandisdagin
Ger dagskema, samskiftistalvur og spøl við myndum og orðum. Til tín, sum vilt gera gerandisdagin lættari at skilja.
Til dagstovnar, skúlar og heim.
Vit taka eitt stig í senn.
Samling
Lesa
Spæla
Eta
Eta
Drekka
Spæla
HjálpEitt stað. Nógvir møguleikar.
Byrja við einum frymli.
Ger hann til tín egna.
Frá hugskoti til pappír
Finn eitt snið, sum hóskar til tað, tú vilt gera.
Vel myndir, skriva orð og tillaga raðfylgjuna.
Tak tilfarið niður sum PDF og hav tað við í gerandisdagin.
Vit menna Gluggan saman
Royn Gluggan í tínum gerandisdegi. Sig okkum, hvat riggar væl, og hvat kann gerast betri.
Ein lítil roynd við veruligum uppgávum og plássi til tína afturmelding.
Gluggin í tín gerandisdag
Pláss til myndir, orð og tað, sum hevur týdning hjá tykkum.

Vælkomin til Gluggan
Brúka teldupostadressuna, tú ert boðin við til pilotroyndina.
Eitt leinki í teldupostinum — einki loyniorð at minnast.
Um adressan er skrásett til pilotroyndina, fært tú eitt innritingarleinki á:
Lat teldupostin upp og vel innritingarleinkið. Kanna eisini óynsktan post.
Trýst niðanfyri fyri at innrita á hesi eindini.
Mín forsíða
Hvat vilt tú gera í dag?
Vel ein frymil, finn myndirnar og ger eitt dagskema, sum hóskar til tykkum.
Opna prentverkstaðin
Savnað á einum stað
Tíni goymdu dagskema, talvur og spøl.
Myndir til tín gerandisdag
Tínar egnu myndir, goymdar á tíni kontu.
Legg myndir inn í prentverkstaðnum. Tær eru tøkar, tá tú innritar á aðrari eind.
Vit hjálpa tær í gongd
Ein stutt vegleiðing og eitt einfalt uppskot til tykkara fyrstu roynd.
Frá fyrsta frymli til liðugt tilfar.
Les vegleiðinginaTríggjar uppgávur at royna saman.
Sí royndinaTilfarið og tínar egnu myndir verða goymd á tíni kontu. Innrita við somu teldupostadressu á aðrari eind fyri at finna tey aftur.
Far til prentverkstaðinHjálp í Glugganum
Seks stig frá frymli til prentark. Myndirnar vísa einføld dømi av knøttum og uppseting.
Far í Frymlar og vel Skipan. Undir Klár dømi kanst tú t.d. velja Dagurin í barnagarðinum. Tú kanst eisini velja ein frymil úr yvirlitinum.
Skriva heitið á arkinum og navn á flokki ella bólki í teigarnar omanfyri arkið.
Vel myndina á arkinum, og vel síðani eina nýggja í Myndasavninum. Vel myndina á arkinum aftur og rætta tekstin niðanfyri. Í Nú og liðugt velur tú kortini undir talvuni.
Í dagskema velur tú Vatnrætt ella Loddrætt undir Uppseting. Vel tal av myndakortum og flyt valda kortið við pílunum undir arkinum. Vel Klokkusløg, um tú vilt hava tíðina við.
Trýst á Goym. Far í Mítt tilfar og vel Lat upp fyri at finna skjalið aftur. Trýst aftur á Goym, tá tú hevur gjørt broytingar.
Kanna við Vís arkið; vel Rætta fyri at arbeiða víðari. Minni litnýtsla gevur hvítan bakgrund. Vel Tak PDF niður og prenta PDF-fíluna í 100% stødd.
Vel Legg myndir inn, gev myndunum heiti og bólk, og vel Goym í myndasavninum.
Tilfar og egnar myndir verða goymd á tíni kontu. Bíða eftir boðunum «Goymt á tíni kontu». Varðveit eisini PDF-fílur og upprunamyndir.
Klipp eftir myrku heilu strikunum og fald eftir stiplaðu strikuni. Skriva "Liðugt" á baksíðuna á klaffunum.
Hjálp í Glugganum
Ein umleið 20 minutta roynd við trimum uppgávum og plássi til eygleiðingar.
Kanna, um ein námsfrøðingur sjálvur kann gera og goyma myndatilfar til gerandisdagin á einum dagstovni. Rokna við umleið 20 minuttum. Royndin er fyrireikað, men ikki framd.
Gluggin á telduni, prentari, blýantur, pappír og saksur. Hav eitt klaffadagskema og eina Nú og liðugt-talvu við kortum prentað frammanundan, um prentingin tekur tíð. Byrja á Frymlar.
"Vit royna skipanina. Hugsa hart, meðan tú arbeiðir: hvat leitar tú eftir, og hvat væntar tú fer at henda? Tað er í lagi at ivast og ikki finna okkurt."
Les eina uppgávu í senn av næstu síðu. Greið ikki knøttarnar frá frammanundan. Skriva niður, hvar brúkarin steðgar, hvat hann sigur og hvussu langa tíð uppgávan tekur. Um hann situr fastur í umleið 90 sekund, gev eitt lítið hjálparstig og skráset tað. Hav brúkaravegleiðingina við hondina; skráset eisini, um hon verður brúkt.
0-2 min.: Inngangur.
2-14 min.: Uppgávur 1 og 2.
14-18 min.: Uppgáva 3 og prentroynd.
18-20 min.: Stutt samtala.
Finnur brúkarin klaffadømið? Skilir hann munin á talvuni og teimum leysu kortunum í Nú og liðugt? Verða myndir, tekstur og raðfylgja varðveitt, tá skjalið verður goymt og latið upp aftur? Fjalir klaffurin myndina eftir klipping og falding?
Hvat hevði tú brúkt á stovuni í morgin? Hvørji orð ella myndir vóru ógreið? Hvat hevði tú broytt fyrst?
Vel 1-3 ítøkiligar broytingar út frá eygleiðingunum. Rætta fyrst tað, sum forðar goyming, prenting ella greiðari raðfylgju. Royn broytingarnar aftur. Ein roynd gevur ábendingar, ikki eitt umboðandi úrslit fyri allar dagstovnar.
Finn eitt dagskema við klaffum til barnagarðin. Gev tí heitið Royndarstovan. Skift tvær myndir og rætta tekstin hjá einari. Flyt eitt virksemi, so raðfylgjan passar til tykkara dag. Goym skjalið.
Úrslit: sjálv/ur / við hjálp / ikki liðugt.
Tíð: ______. Eygleiðing / hjálp: ____________________.
Ger eina Nú og liðugt-talvu við fýra virksemi til eitt barn. Skift eina mynd og gev talvuni eitt heiti. Goym hana, far aftur í yvirlitið og finn hana aftur. Vís á einum prentdømi, hvussu eitt kort verður flutt, tá uppgávan er liðug.
Úrslit: sjálv/ur / við hjálp / ikki liðugt.
Tíð: ______. Eygleiðing / hjálp: ____________________.
Lat dagskemaið frá uppgávu 1 upp aftur. Ger eina PDF við minni litnýtslu og prenta í 100% stødd. Klipp og fald ein klaff. Vís, um hann fjalir myndina, og greið frá, hvat barnið sær, tá virksemið er liðugt.
Úrslit: sjálv/ur / við hjálp / ikki liðugt.
Tíð: ______. Eygleiðing / hjálp: ____________________.